Innskriving
Tá tú skal ferðast loftvegis, kann tað loysa seg at møta til innskrivingar í floghavnini í góðari tíð. Syrg altíð fyri at halda tær tíðarfreistir, ið ferðaseðilin fyriskrivar.
Vit viðmæla, at tú innskrivar teg tveir tímar fyri fráferð, tá ið ferðast verður úr Føroyum. Kanna altíð, hvat er galdandi fyri flogvøllin, sum tú ferðast frá.
Tað er upp til hvønn einstakan ferðandi at møta í somikið góðari tíð, at ein fær stundir at verða innskrivaður - eisini um bíðirøð er við innskrivingardiskin. Roknast kann altíð við bíðitíð við trygdareftirlitið.
Í flestu førum hevur tú møguleika fyri net-innskriving og mobil-innskriving í góðari tíð áðrenn fráferð. Kunna teg um hesar møguleikar á heimasíðuni hjá flogfelagnum, ið tú skalt flúgva við.
Hevur tú viðføri, sum skal kekkast inn, so kann hetta gerast skjótt og ómakaleyst við einum av mongu sjálvtøkunum, sum standa í farstøðini, bæði til innskriving og viðførisavgreiðslu (baggage-drop).