Longri flogferðir
Tá ferðast verður á longri flogferðum, er ymiskt, ið serliga eigur at havast í huga.
Drekk ikki ov nógv rúsdrekka - drekk heldur vatn, saft ella djús. Rúsdrekka viðførir 'de-hydrering' av kroppinum og kann í ringasta føri økja um váðan fyri blóðtøppum í beinunum. Rør teg tí, so blóðrenslið ikki støðgar. 'Vippa' við tærnum og reis teg møguliga og spáka tær ein túr í miðgongini.
Ver róligur - lat teg ikki øsa um okkurt, ið tú ikki er nøgdur við. Eisini í hesum førum eigur at vera víst rúsdrekkafráhald. Ov nógv rúsdrekka viðførir manglandi sjálvsatfinning og kann virka ógvusligari, tá ein er illur ella erkvisin.
Í ringasta føri kann flogskiparin taka avgerð um at lenda í aðrari floghavn fyri at seta full ella larmandi ferðafólk í land. Umframt tann ampa hini ferðafólkini hava av hesum, setir flogfelagið fram endurgjaldskrav, ið lættliga kann koma upp í fleiri hundrað túsund krónur.
Sambært altjóða loftferðslulóggávu og ásetingum fyri civilari flogferðslu frá Trafik- og Bygningsstyrelsen er flogskiparanum tilluta hægsta myndugleika umborð í flogfarinum. Ásetingar frá flogskipara og flogmanning annars skulu tí altíð aktast.
Virð roykibannið. Tað er ikki sett í verk til tess at nerva roykjararnar, men av trygdarávum. Roykvarnarar finnast í fleiri støðum í flogfarinum, og teir boða beinanvegin frá, um roykt verður.
Tað kann vera trupult hjá roykjarum at vera tubbak fyri uttan á longri flogferðum. Fyrireika teg tí sálarliga til ferðina. Hav møguliga roykiavvenjingarevnir, sum td. nikotin tyggigummi, við á ferðini. Evnini kunnu keypast á øllum apotekum og fáast eisini til keyps í størri floghavnum.