Rørðslutarnaði

Alt um Flogferðina hjá rørðslutarnaðum

Flestu okkara meta tað, at flúgva úr einum stað í annað, sum ein skjótan flutningshátt, ið tryggjar okkum sjálvræði, rásarúm og sum fyrst og fremst er ein av tryggastu ferðamøguleikum.

Tó er tað ikki øllum unt at ferðast frítt. Tí áliggur ein uppgáva at menna hentleikar soleiðis, at tað at ferðast loftvegis eisini gevur rørðslutarnaðum størri sjálvræði, rásarúm og trygd.

Nógvar floghavnir og flogfeløg royna at betra um atkomumøguleikarnar hjá rørðslutarnaðum. Meira um hetta sæst í skránni í vinstru síðu um fyrireiking, innskriving og sjálva flogferðina.

Farstøðin í Vágum er bygd soleiðis at hon er so brúkara vinarlig sum hon kann verða undir teimum umstøðum sum vit í Føroyum hava. Eitt nú eru ongar gáttir og WC til rørðslutarnaði er á landside og airside.

Eisini er ein mekaniskur skiftibonkur til tey sum hava serlig brek á WC til rørðslutarnaði á landside.

Atlantic Airways hevur keypt serliga lyftu til at hjálpa ferðafólkum sum eitt nú eru í rullistóli til at koma umborð ella til at koma í land.