Fyrireiking

Hevur tú tørvkrevjandi brek og tí brúk fyri serligum stuðli í floghavnini ella umborð í flogfarinum, eigur tú at gera vart við hetta, tá ferðaseðilin verður umbiðin.

Hetta er galdandi, um tú t.d.:

  • hevur tørv á stuðli at koma til og frá flogfarinum,
  • hevur tørv á stuðli at koma umborð í flogfarið,
  • nýtir koyristól,
  • hevur tørv á at hava iltfløsku við í flogfarið,
  • hevur førarahund við, ella
  • er sjónveikur ella hoyriveikur.

Tað eru ikki øll flogfeløg, ið hava møguleika at hava el-riknar koyristólar við í flogførunum. Minst eigur tí at vera til at spyrja um hetta, tá ferðaseðilin verður umbiðin.

Í samband við fyrireikingina av flogferðini er tað umráðandi, at tú eisini fyrieikar teg at møta í floghavnini í góðari tíð áðrenn fráferð.

Nærmast høvuðsinngogndina til farstøðina eru 2 merktir parkeringsbásar ætlaðir teimum rørðslutarnaðu í samband við avgreiðsluørindir. Annars verður víst til langtíðarparkingina.

Í farstøðini eru WC ætlað rørðslutarnaðum. Koyristólur er somuleiðis tøkur, meðan steðgað verður í farstøðini.