Umborð í flogfarinum
Vanliga fáa rørðslutarnaði loyvi at fara umborð í flogfarið áðrenn hini ferðafólkini. Hevur tann ferðandi frammanundan biðið um stuðul, vilja starvsfólk stuðla tí ferðandi allan vegin upp í flogfarið.
Tó kann framferðarhátturin verða ymiskur frá flogfelag til flogfelag og frá floghavn til floghavn. Set teg tí í samband við flogfelagið ella floghavnina fyri at frætta nærri.
WC'ini umborð í flogførum eru smá og trong og kunnu geva koyristólabrúkarum trupulleikar. Á summum flogleiðum og flogførum finnast koyristólar umborð. Flogmanningin kann tó ikki stuðla við lyfting, serligum tørvi í samband við borðreiðing ella tá farast skal á WC.