Trygdareftirlit
Áðrenn atgongd til avbyrgdað økið í floghavnini, skulu ferðafólk ígjøgnum trygdareftirlit.
Tann ferðandi skal gjøgnum ein magnet-karm, ið avdúkar metallutir. Herumframt verður hondviðføri gjøgnumlýst.
Vegleiðingar frá trygdarvørðunum skulu altíð fylgjast. Havast skal í huga, at trygdarvørðarnir arbeiða fyri tínum tryggleika.
Trygdarvørðarnir hava skyldu til at burturvísa lutir, sum teir meta kunnu hótta flogtrygdina.
Tað er umráðandi at møta upp í góðari tíð til bæði innskriving og trygdareftirlið. Ferðandi kunnu vænta kø við trygdareftirlitið, um so er at ferðandi ikki møta upp í góðari tíð.
Sjá "Viðføri" - hvat er loyvt at hava í hondviðførinum.