Fartelefon og onnur elektronisk útgerð
Eftirkannaðar royndar hava víst, at fartelefonir og onnur elektronisk útgerð, ið kunnu senda radiobylgjur, kunnu føra við sær feilir í elektronisku skipanunum umborð í flogførum.
Øll elektronisk útgerð skal tí vera sløkt við fráferð og lending. Fartelefonir og útgerð, ið hava radiosendara, skullu vera sløkt á allari flogferðini.
Ivast tú í, um tað er loyvt at nýta elektroniska útgerð á flogferðini, so spyr flogmanningina um hetta.