VIÐGERÐ AV PERSÓNSUPPLÝSINGUM
Henda kunning lýsir, hvussu Vága Floghavn viðger tínar persónsupplýsingar og tíni lógarásettu rættindi í hesum sambandi. Serstakar viðskiftatreytir, t.d. í samband við keyp o.t., hava forrættindi framum hendan politikk.
Sum liður í okkara virksemi, skráseta og brúka vit upplýsingar um teg (persónsupplýsingar). Vit taka øll fyrivarni fyri at verja tínar persónsupplýsingar sambært galdandi lóggávu.
Dátuábyrgdari
Tínar persónsupplýsingar verða viðgjørdar av Vága Floghavn P/F, 380 Sørvágur, sum er dátuábyrgdari.
Um tú hevur spurningar í sambandi við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum umvegis teldupost: privacy[ a]fae.fo.
Innsavnan
Vit innsavna tínar persónsupplýsingar á ymiskan hátt.
Í flestu førum fáa vit upplýsingarnar frá tær. Í ørðum førum fáa vit upplýsingar um teg frá øðrum. Tað kunnu vera upplýsingar frá øðrum almennum myndugleikum ella felagsskráir t.d. Akfarsskráin.
Tú hevur altíð rætt til at vita, hvaðani vit innsavna upplýsingar um teg.
Flutningur av persónsupplýsingum
Í summum førum víðarilata vit tínar persónsupplýsingar. Tað kann vera til aðrar almennar myndugleikar, ráðgevar, grannskoðarar, advokatar v.m.
Vit nýta eisini í summum førum dátuviðgerar, sum hjálpa okkum við at viðgera tínar upplýsingar á góðan og tryggan hátt. Tað kann m.a. vera goymsla av persónsupplýsingum, ella um vit fáa hjálp frá uttanhýsis ráðgevum til málsviðgerð.
Vit nýta ikki, sum útgangstøðið, veitarar ella dátuviðgerar, sum halda til uttan fyri ES/EBS (triðjalond). Hetta kann tó koma fyri í einstøkum førum.
Um so er, at vit flyta tínar upplýsingar uttanfyri ES/EBS, vilja vit altíð tryggja okkum nøktandi heimildargrundarlag fyri flutninginum – hetta merkir, at vit tryggja okkum eitt nøktandi verndarstøði av tínum upplýsingum.
Tíni rættindi
Tú hevur sambært Dátuverndarlógini eina røð av rættindum í mun til okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum.
Rætt til at afturkalla eitt samtykki
Um okkara viðger av tínum persónsupplýsingum er grundað á samtykki frá tær, hevur tú altíð rætt til at afturkalla títt samtykki. Tá ið tú afturkallar títt samtykki, steðga vit at viðgera tínar persónsupplýsingar, sum var grundað á samtykki.
Gev gætur, at um tú afturkallar eitt samtykki, eru vit møguliga ikki før fyri at veita tær eina ávísa tænastu.
Rætt til striking
Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa strikað persónsupplýsingar, sum vit hava um teg. Rætturin er ikki treytaleysur, tá ávísir upplýsingar ikki mugu strikast grundað á aðra lóggávu, ella um avtala og ávíst endamál gevur okkum rætt til at varðveita og viðgera persónsupplýsingarnar.
Rætt til innlit
Tú hevur rætt til at fáa at vita, hvørjar upplýsingar vit hava um teg. Rætturin til innlit krevur tó at vit kunnu eyðmerkja serstøku upplýsingarnar um teg. Tað kann tískil vera neyðugt hjá tær at geva okkum supplerandi upplýsingar, um so er at vit ikki kunnu eyðmerkja teg út frá teimum upplýsingunum vit hava.
Rætt til viðgerðaravmarking
Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa viðgerðina av tínum persónsupplýsingum avmarkaða. Hetta merkir, at um treytirnar til viðgerðaravmarking eru uppfyltar, at vit einans kunnu viðgera tínar peronsupplýsingar í serligum førum.
Rætt til mótmæli
Tú kanst átala, at persónsupplýsingar um teg verða viðgjørdar. Um átalan má metast heimilað, skulu persónsupplýsingarnar um teg ikki viðgerast. Tó kunnu upplýsingarnar møguliga framvegis nýtast til, at viðgera møgulig onnur lóglig endamál.
Rætt til rætting
Tú hevur rætt til at biðja um at fáa rættað persónsupplýsingar, sum eru rangar ella villleiðandi, soleiðis at vit ikki viðgera upplýsingar um teg, sum eru skeivar ella ófullfíggjaðar.
Rætt at klaga
Tú hevur altíð møguleika at klaga til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/-ur við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Tú finnur kontaktupplýsingar hjá Dátueftirlitinum á heimasíðuni www.dat.fo
Rætt til dátuflutning
Tú kanst biðja um at fáa tær persónupplýsingar, sum tú hevur latið okkum, latnar tær í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði.
Serligar viðgerðarstøður
Niðanfyri er serstøk kunning um tær viðgerðarstøður, sum eru galdandi fyri Vága Floghavn.
Parkering
Vága Floghavn innsavnar upplýsingar um teg í samband við nýtslu av parkeringsøkinum hjá Vága Floghavn.
Upplýsingarnar niðanfyri eru eitt ískoyti til treytirnar fyri parkering, sum tú finnur her.
Hvørjar persónsupplýsingar skráseta og brúka vit:
- Nummarpláta (mynd av akfari, sum fevnir um skrásetingarnummarið)
- Komu- og fráferðartíð hjá akfari (tíðarskeiðið)
- Kostnaður fyri parkering
- Gjaldskortupplýsingar (bert fýra tey seinastu tølini á gjaldskort-nummarinum)
- Um tørvur er á tí, verða bústaður og navn á akfarseigara heintað úr akfarsskránni hjá Akstovuni (sí niðanfyri)
Endamál
Endamálið við viðgerðini av upplýsingunum er at avgreiða/umsita tína avtalu um/keyp av parkering frá Vága Floghavn, umframt til hagfrøðislig endamál.
Viðgerðarheimild
Tá ið valt verður at parkera á økinum hjá Vága Floghavn í longri enn 2 tímar, skal gjaldast fyri parkeringina smb. galdandi prísyvirliti. Tá keypir tann parkerandi sostatt eina tænastu frá Vága Floghavn, og harvið verður gjørd ein avtala millum partarnar um veiting av hesi tænastu.
Um goldið ikki verður fyri veitingina innan 72 tímar eftir loknað parkering, má Vága Floghavn senda eftirkrav við posti og heinta neyðugu upplýsingarnar úr Akfarsskránni. Vága Floghavn hevur tá eitt serstakt heimilað áhugamál at heinta og viðgera upplýsingarnar úr Akfarsskránni. Í sambandi við eftirkrav tekur Vága Floghavn eitt ómaksgjald umframt sjálvt parkeringsgjaldið.
Móttakarar
Vága Floghavn víðariletur skrásettu upplýsingarnar einans til veitaran av parkeringsskipanini.
Striking
Skrásettar upplýsingar, ið kunnu knýtast til akfarið, t.e. nummarpláta og mynd, verða goymdar inntil parkeringin er goldin. Tá ið parkeringin er goldin, verða skrásettar upplýsingar, ið kunnu knýtast til akfarið, strikaðar úr parkeringsskipanini 30 dagar eftir lokna parkering.
Upplýsingar, sum eru neyðugar smb. treytunum í roknskaparlógini, verða goymdar í upp til 5 ár.
Upplýsingar til hagtalsendamál, ið ikki kunnu knýtast til ávíst akfar ella fysiskan persón, verða strikaðar aftaná 3 ár.
Farspor og WiFi
Vága Floghavn innsavnar ávísar upplýsingar um teg, tá ið tú nýtir okkara heimasíðu og ta tráðleysa internetið í Vága Floghavn. Í hesum sambandi kann Vága Floghavn goyma farspor á tínari tóleind (telda, teldil, fartelefon ella okkurt annað).
Tú kanst lesa okkara cookiepolitik her.
Hvørjar persónsupplýsingar skráseta og brúka vit:
- Upplýsingar, sum verða sendar frá tíni tóleind, tá ið tú vitjar okkara heimasíðu ella nýtur okkara tænastur
- Upplýsingar um:
- Eyðmerkingarnummar á eindini (IP- og MAC-adressa), tilvísingar-URL, longd av vitjan, landafrøðilig staðseting og
- Upplýsingar um tína nýtslu av heimasíðu og tænastum. Hesar upplýsingar verða savnaðar umvegis farspor.
Endamál
Endamálið við innsavnanini av upplýsingum í samband við vitjan á heimasíðuni og nýtslu av tænastum, er at betra um heimasíðuna og nýtsluna av hesari, umframt til hagfrøði.
Viðgerðarheimild
Persónsupplýsingarnar, sum verða viðgjørdar í samband við vitjan á heimasíðuni og nýtslu av tænastum, verða viðgjørdar, tí viðgerð er neyðug fyri, at Vága Floghavn kann fylgja einum heimilaðum áhugamáli hjá Vága Floghavn um:
- betring av heimasíðu, hagfrøði og virkisføri,
- at tryggja, at bert ferðandi nýta okkara ókeypis tráðleysa internet,
- at tryggja at okkara tráðleysa internet ikki verður nýtt til download av ólógligum tilfari ella verður nýtt í stríð við føroyskan rætt.
Móttakarar
Viðkomandi upplýsingar verða latnar veitarum, sum vit samstarva við, herundir veitarar av tekniskum support og rakstur av okkara tænastum.
Striking
Upplýsingar, sum verða innsavnaðar í samband við nýtslu av tráðleysa internetinum í Vága Floghavn, verða leypandi gjørdar navnleysar og verða strikaðar í seinasta lagið 12 mánaðar eftir innsavnan.
Farspor ganga út sambært okkara cookiepolitikki, les meira her.
Avmarking av rættindum
Innlit í upplýsingar í samband við omanfyri nevnda, krevur at tú gevur okkum nakrar upplýsingar afturat, sum gera tað møguligt hjá okkum at eyðmerkja teg: (i) upplýsingar latnar í samband við logon, (ii) nýtt IP/MAC –adressa, umframt (iii) dagfesting og uml. Klokkutíð tá ið tú nýtti tráðleysa interneti. Vága Floghavn viðger ikki títt for- og eftirnavn, og kann tískil ikki eyðmerkja teg út frá teimum skrásettu upplýsingunum.
Samband
Vitjandi á Vága Floghavn kunnu altíð seta seg í samband við Vága Floghavn, t.d. í samband við spurningar, klagur ella líknandi.
Hvørjar persónsupplýsingar skráseta og brúka vit:
- Navn, bústað, teldupost og telefonnummar
- Uppslýsingar, sum tú gevur okkum, sum eru neyðugar fyri at vit kunnu viðgera tín fyrispurning
Endamál
Endamálið við viðgerðina er at vit kunnu hjálpa tær og viðgera tín fyrispurning.
Viðgerðarheimild
Upplýsingarnar verða viðgjørdar so at Vága Floghavn kann kann fylgja einum heimilaðum áhugamáli, sum er at svara tínum fyrispurningi.
Í samband við klagur og tílíkt, sum kunnu innihalda viðkvæmar upplýsingar, t.d. upplýsingar um heilsustøðu, so er viðgerðin neyðug fyri, at rættarkrav kann sannast, gerast galdandi ella verjast.
Móttakarar
Viðkomandi upplýsingar kunnu, um so er Vága Floghavn hevur skyldu til tess, víðarilatast viðkomandi almennum myndugleikum. Harumframt kunnu upplýsingar eisini latast til uttanhýsis ráðgevar, herundir advokatar, um tað er neyðugt.
Striking
Upplýsingar, sum Vága Floghavn viðger í samband við svar av fyrispurningum, verða strikaðar í seinasta lagið 24 mánaðar eftir, at málið er endaliga avgreitt.
Trygdareftirlit, yvirvaking og viðføri
Vága Floghavn er fevnd av einari røð av trygdarkrøvum, og noyðist fyri at lúka hesi krøv at viðgera upplýsingar um tey, ið ferðast umvegis Vága Floghavn.
Hvørjar persónsupplýsingar skráseta og brúka vit:
- Scanning av boarding-kortum í samband við trygdareftirlit
- Vakmyndatól eru sett upp á økjunum hjá okkum
- Kanning av viðføri
Endamál
Upplýsingarnar verða viðgjørdar fyri at lúka krøv til trygdareftirlit (security), eyðmerkja ferðafólk via fráferðarkort v.m. og hagtøl yvir ferðandi.
Fyri at kunna lúka hesi krøv, nýtir Vága Floghavn vakmyndatól á økjunum hjá Vága Floghavn. Vága Floghavn viðger eisini upplýsingar í samband við kanning av viðføri.
Viðgerðarheimild
Vága Floghavn er fevnd av einari røð av lógarkrøvum um verksetan av trygdarfyriskipanum í Vága Floghavn. Viðgerðarheimildin hjá Vága Floghavn er sostatt, at viðgerðin er neyðug fyri at halda eina rættarliga skyldu, sum áliggur Vága Floghavn.
Móttakarar
Viðkomandi upplýsingar kunnu, um so er Vága Floghavn hevur skyldu til tess, víðarilatast almennum myndugleikum. Harumframt kunnu upplýsingar eisini latast til pirvatum triðjapørtum, um tað er neyðugt og kravt.
Striking
Upplýsingar frá eyðmerking av boardingkort verða strikaðar eftir 3 mánaðar.
Upptøkur frá vakmyndtólum, sum eru á økinum hjá Vága Floghavn, verða goymdar samsvarandi galdandi lóggávu á økinum. Upptøkurnar verða strikaðar eftir 30 dagar. Í serligum førum og í samband við ítøkilig mál, kunnu upptøkur goymast í eitt longri tíðarskeið.
Myndir av scannaðum viðføri verður goymt í eitt avmarkað tíðarskeið, men av trygdarávum eru upplýsingar um hetta tíðarskeið trúnaðarupplýsingar.
Avmarking av rættindum
Tíni rættindi í mun til vakmynda-upptøkur, umframt myndir av scannaðum viðføri kunnu avmarkast, um so er, at tað verður mett, at tíni áhugamál mugu víkja við atliti til
- trygdini í Vága Floghavn
- fyribyrging, eftirkanning, avdúking og rættarsøkjan av revsiverdum gerðum ella fremjan av revsirættarligum tiltøkum
- verjan ímóti og fyribyrgjan av hóttanum ímóti tí almennu trygdini í Vága Floghavn
Tú verður biðin um at grundgeva ítøkiliga fyri hví tú skalt hava innlit í upptøkur ella myndir, herundir hví upptøkurnar ella myndirnar eru serliga viðkomandi fyri teg.
Innlit í upplýsingar í samband við scanning av boardingkortum, krevur at tú gevur okkum nakrar upplýsingar afturat, sum gera tað møguligt hjá okkum at eyðmerkja teg: (i) dagfesting og uml. klokkutíð fyri scanning av boardingkorti, (ii) bókingar nr., umframt (iii) tínar byrjanarstavir. Vága Floghavn viðger einans upplýsingar frá boardingkortum umframt samt dagfesting og klokkutíð, men ikki títt for- og eftirnavn, og kann tískil ikki eyðmerkja teg út frá teimum skrásettu upplýsingunum.
Onnur
Tað eru fleiri onnur virkandi og vinnurekandi í floghavnini, herundir flogfeløg og bilútleigan. Vága Floghavn hevur ikki ábyrgdina fyri teirra viðgerð av persónsupplýsingum. Vága Floghavn tekur sær t.d. ikki av innskriving og fráferðar- og passkontrol í Vága Floghavn.