PARKERING
Vælkomin á parkeringsøkið hjá Vága Floghavn. Yvirskipað eru hesar reglur galdandi fyri parkering á økinum hjá Vága Floghavn. Tú kanst lesa nærri um treytirnar fyri parkering niðanfyri og tilhoyrandi leinkjum.
Sjálvvirkandi innskriving
Tá ið tú hevur sett bilin frá tær á einum av merktu P-básunum, ert tú sjálvvirkandi innskrivað/ur í parkeringsskipanina. Vakmyndatól eru á økinum.
Kostnaður fyri parkering
Fyrstu tveir tímarnir eru ókeypis. Síðani rindar tú sambært galdandi prísyvirliti, sum er at finna á hesi leinkju gjald fyri parkering.
Gjaldsmøguleikar
Tú kanst rinda fyri parkeringina á gjaldsautomatunum á staðnum. Eisini er møguleiki at brúka Easypark appina at rinda við.
Um tú gloymir at rinda, áðrenn tú fert av økinum, ber til - innan 72 tímar eftir lokna parkering - at rinda umvegis heimasíðu okkara, sí eisini Leinkja til gjaldssíðuna er her
Um tú ikki hevur rindað fyri parkeringina innan 72 tímar eftir loknað parkering, senda vit tær rokning við postinum. Tá verður eitt ómaksgjald lagt afturat parkeringsgjaldinum.
Viðgerð av persónsupplýsingum
Tá ið tú koyrir inn á øki hjá Vága Floghavn, verða nummarspjaldrini avlisin og upplýsingar um akfarið skrásettar. Skrásettu upplýsingarnar verða nýttar til avgreiðslu av gjalding, hagtalsgreining og til tess at handhevja treytirnar fyri parkering. Við gjaldsautomatirnar og á hesi leinkju finst nærri kunning um persónsupplýsingar, ið verða skrásettar og viðgjørdar í sambandi við parkeringina.
Parkeringsøkini
Parkeringsøkið er býtt sundur í økir, sí yvirlitskort.
Økini P1, P2 og P3 eru ætlaði til ferðafólk. Økið P3 er ætlað til leigubilar. Á P4 eru løðistøðir til el-bilar. Á P2 eru serstakir p-básar til fólk við avlamni. Hini parkeringsøkini (P5, P6 og P7) eru ætlaði til starvsfólk á flogvøllinum. Herumframt er gjørt eitt fyribils p-øki (P0) við innkoyring frá rundkoyringini. Hetta øki er ætlað bæði til leigubilar og sum vanligt p-øki til okkara viðskiftafólk.
Árshald
Hjá fólki, ið tíðum ferðast um Vága Floghavn við bili, er møguligt at keypa eitt árshald. Kostnaðurin fyri eitt árshald sæst á galdandi yvirliti yvir parkeringsgjøld.
Set teg í samband við skrivstovuna hjá Vága Floghavn tel. 35 44 00 ella við at senda ein teldupost til fae[a]fae.fo fyri at tekna árshald.
Ymiskt
Vága Floghavn átekur sær ikki ábyrgd fyri, um skaði hendir á bilin, ímeðan hann stendur parkeraður á parkeringsøkinum.
Eru spurningar viðvíkjandi parkering, kanst tú seta teg í samb. við okkum á tel. 35 44 00 (millum klokkan 9-16 gerandisdagar), ella senda ein teldupost til parkering[a]fae.fo.
Starvsfólkaparkering
Bert starvsfólk o.o. við parkeringsloyvi, og sjónligum frámerki í bilinum hava loyvi at parkera á starvsfólkaparkeringini. Um onnur enn starvsfólk parkera har, kann parkeringsbót verða givin.