Pass OG VISUM
Sum ferðandi hevur tú sjálv/ur ábyrgdina av at kanna og halda pass- og visumreglurnar í landinum, sum tú ferðast til. Ymsar reglur eru galdandi á teimum ymsu ferðamálunum.
Mælt verður altíð til at hava passið við á ferðini.
Norðurlond:
Sum meginregla er ikki neyðugt við passi, tá ið tú ferðast í Norðurlondunum. Tá er nóg mikið við gyldugum samleikaprógvi við mynd, so sum koyrikort.
Onnur lond:
Á heimasíðuni hjá danska uttanríkisráðnum sært tú, hvørjar reglur eru galdandi fyri onnur lond, ella hvar tú skalt venda tær fyri at kanna hetta nærri.
Tað er løgreglan, sum er passmyndugleiki í Føroyum. Upplýsingar um passumsóknir, burturmist pass o.a. kunnu síggjast her.