Umborð

Trygdarvegleiðing og støða á hondviðførinum

Tað er myndugleikakrav, at flogmanningin umborð í flogfarinum veitir ferðafólkunum trygdarfrágreiðing áðrenn fráferð. Gev trygdarfrágreiðingini gætur. Hóast tú ferð eftir ferð hevur hoyrt hesa trygdarfrágreiðing, kann t.d. næsta neyðútgongd verða ymisk í teimum ymisku flogførunum. Gev gætur, at næsta neyðútgongd kann verða beint aftan fyri teg.

Hondviðføri

Legg hondviðføri í viðførisrúmið uppi yvir tær. Hevur tú fingið loyvi at taka við tær sera tungt ella stórt hondviðføri (t.d. ljóðfør), eigur tú at spyrja flogmanningina, hvar hetta kann leggjast. Ein beriposi ella ein minni taska til nýtslu á túrinum skal leggjast undir stólin frammanfyri teg.

Trygdarbeltið

Hav altíð trygdarbeltið spent. Tað kann geva tær ta eyka trygd, ið brúk er fyri í samband við turbulens. Gev tí flogmanningin sigur, gætur. Teirra uppgáva er fyrst og fremst av trygdarorsøkum. Um flogmanningin heitir á teg um at gera eitthvørt, t.d. at spenna trygdarbeltið, so ger hetta fyrst, áðrenn tú setur spurning við hetta.

Rúsdrekka

Ansa eftir ikki at drekka ov nógv rúsdrekka - bæði áðrenn tú skalt á flog, og meðan tú ert á flogi. Rúsdrekka virkar sterkari í hæddini enn á jørðini.

Av trygdaráðum kann flogmanningin nokta fólki, ið eru sjónliga ávirkaði av rúsdrekka, at koma umborð á flogfarið. Persónurin ber sjálvur allan kostnaðin, ið stendst av hesum.