Farspor
Trýst her fyri at vísa stillingar av farsporum.
Hvat eru farspor (cookies)?
Eitt farspor er ein lítil tekstfíla, sum verður goymd á tíni teldu, fartelefon ella teldli, tá tú nýtir eina heimasíðu ella app. Farspor kunnu ikki innihalda skaðilig forrit ella virus.
Nýtsla av farsporum á heimasíðuni
Farspor verða nýtt til ymsar greiningar av teimum vitjanum, sum eru á heimasíðuni, m.a. til hagtøl og fyri at vit kunnu betra um okkara heimasíðu og gera tína uppliving meira viðkomandi. Meðan nøkur farspor eru neyðug fyri at heimasíðuna kann virka eftir vild, eru onnur farspor upp til tín at velja til ella frá. Tey eru ávíkavist ‘Framíhjárættur’, ‘Hagtøl’ og ‘Marknaðarførsla’. Greitt verður frá hesum valmøguleikum undir ‘Stillingar’.
Samtykki
Tá ið tú góðtekur farspor umvegis okkara farspor-fráboðan, gevur tú títt samtykki til at FAE nýtir farspor sum lýst í hesi fráboðan. Tú kanst til eina og hvørja tíð broyta ella taka aftur títt samtykki við at broyta stillingarnar, eins og tú kanst velja farspor frá. Títt samtykki er galdandi fyri allar síður og undirsíður til fae.fo domenið.
Viðgerð av persónsupplýsingum umvegis farspor
Okkara nýtsla av farsporum kann viðføra viðgerð av persónsupplýsingum, og vit mæla tískil til at tú lesur okkara persónsupplýsingarpolitikk, ið lýsir okkara viðgerð av persónsupplýsingum og tíni rættindi í hesum sambandi.
Hvussu leingi verða farspor goymd?
Tað er ymiskt, hvussu leingi farspor verða goymd á tínari útgerð. Tíðarskeiðið verður roknað frá, tá ið tú seinast var inni á heimasíðuni. Farsporini strika seg sjálv, tá ið tíðin er farin.
Soleiðis velur tú farspor frá
Tú kanst altíð frávelja farspor á telduni, teldlinum ella fartelefonini við at broyta stillingar í kaganum. Hvar stillingarnar eru, veldst um, hvønn kaga tú brúkar. Minst tó til, at um tú velur farspor frá, ber ikki til at brúka nógvar ymiskar tænastur á heimasíðum, tí fyritreytin fyri, at tænasturnar virka, er, at heimasíðan kann minnast tey valini, tú gert. Tú kanst velja farspor frá, sum Google Analytics brúkar, her.
Soleiðis strikar tú farspor
Farspor, sum tú áður hevur góðtikið, kunnu altíð strikast aftur. Brúkar tú Windows-teldu við einum nýggjari kaga, strikar tú farspor við at trýsta á knøttarnar: ‘CTRL + SHIFT + Delete’ meðan tú hevur kagan opnan.
Um hetta ikki riggar, ella tú hevur MAC teldu, mást tú fyrst hyggja eftir, hvønn kaga tú brúkar og síðani klikkja á viðkomandi leinkju:
Internet Explorer
Mozilla Firefox
Google Chrome
Opera
Safari macOS
Apple iPhone/iPad
Android
Gev gætur: Um tú brúkar fleiri ymsar kagar, mást tú umsita farsporini í hvørjum føri.
Hevur tú spurningar?
Hevur tú viðmerkingar ella spurningar í sambandi við hesar upplýsingar og/ella viðgerð av persónligum upplýsingum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum, við at skriva til privacy[ a]fae.fo.