KAFÉ FAE
KaféFAE er inni í fráfaringarhøllini og tá ferðandi eru komin ígjøgnum trygdareftirlitið, hava tey møguleika at keypa sær okkurt leskiligt at eta og drekka innan fráferð.
Matskráin er fjølbroytt og ferðandi kunnu m.a. keypa morgunbollar, wienerbreyð, tvíflísar, smyrjibreyð, salat og ymiskar køkur. Frá kl. 11:30 er møguligt at keypa heitan mat, m.a. pylsur og fisk & chips. Eisini hevur kafé’in eitt gott úrval av kaffi, te, kakao, øl, vín og cider.
KaféFAE, sum er inni í fráfaringarhøllini við Duty-free økið, er opin í sambandi við fráferðir.
Teldupost: kafefae[ a]dutyfreefae.fo