02.06.2008

0,5% færri ferðafólk í mai í ár

Fyrstu 5 mánaðarnar í ár hava tó 9,3% fleiri ferðafólk verið um floghavnina

Í mai í ár eru 19.246 ferðafólk farin og komin um floghavnina. Hetta er 0,5% færri enn í mai í fjør, tá talið var 19.333. Burtursæð frá farleiðunum til Noregs hevur ein minni afturgongd verið á øllum hinum farleiðunum.

Higartil í ár er samlaði vøksturin í ferðafólkatalinum 9,3%, nevniliga 80.520 ferðafólk móti 73.648 ferðafólkum sama tíðarskeið í fjør. Vøksturin her stavar frá farleiðunum til Danmarkar, Stórabretlands og Noregs, meðan farleiðirnar til Íslands hava havt eina afturgongd.

Í mai fóru og komu 487 flogfør, svarandi til eina afturgongd uppá 1% í mun til mai.

Higartil í ár eru 2.263 flogfør komin og farin um floghavnina. Tað er 17,8% fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Hesin vøkstur kemur frá frálandaflúgvingini fyrr í ár.

Samlaði flogfarmurin er í mai mánaða øktur við 2,4% frá 79,8 tonsum til 81,7 tons.

Higartil í ár er samlaði flogfarmurin minkaður við 9,9% úr 379,6 tonsum niðut í 341,9 tons.