0,6% fleiri ferðafólk í november
Samlaða ferðafólkatalið higartil í ár er 9% minni
Í november í ár eru 12.825 ferðafólk farin og komin um floghavnina. Hetta er 0,6% fleiri enn í november í fjør, tá talið var 12.752.
Í november í ár hava verið 354 komur og fráferðir. Hetta er 6,0% fleiri enn í november í fjør, tá tað vóru 334 komur og fráferðir.
Fyrstu 11 mánaðarnar í ár eru 190.936 ferðafólk komin og farin um floghavnina. Hetta er 8,4% færri enn sama tíðarskeið í fjør, tá ferðafólkatalið var 208.368.
Fyrstu 11 mánaðarnar í ár eru 4.506 flogfør komin og farin um floghavnina. Tað er 11,5% færri enn sama tíðarskeið í fjør, tá 5.090 flogfør komu og fóru.
Samlaða farmamongdin fyrstu 11 mánaðarnar í ár var 8,8% størri enn sama tíðarskeið í fjør. Tilsamans 810,2 tons í ár í mun til 744,4 tons í í fjør.