01.08.2008

1,1% færri ferðafólk í juli mánaða

Nógv færri komur og fráferðir hava verið í juli í ár

Í juli í ár eru 31.359 ferðafólk farin og komin um floghavnina. Hetta er 1,1% færri enn í juli í fjør, tá talið var 31.720. Ferðafólkatalið á høvuðsfarleiðunum, tað er á Danmarkarleiðunum, er í juli minkað við 2,5%.

Higartil í ár hava 134.172 fólk ferðast um floghavnina. Tað er 3,5% fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.

Í juli fóru og komu 595 flogfør. Hetta er 33,4% færri enn í juli í fjør, tá 894 flogfør fóru og komu um floghavnina. Her er talan um frálandaflúgving í fjør, sum ikki hevur verið í juli í ár. Eisini hava rutuflogførini verið munandi færri í juli í ár.

Higartil í ár eru 3.404 flogfør komin og farin um floghavnina. Tað er 8,6% færri enn sama tíðarskeið í fjør, tá 3.723 flogfør komu og fóru.

Higartil í ár eru flutt 211 tons av flogposti, ið er 11,8% minni enn somu tíð í fjør. Av øðrum flogfarmi eru flutt 266, ið er 8,7% minni enn somu tíð í fjør.