02.01.2009
1,2% fleiri ferðafólk í 2008
1,2% fleiri ferðafólk í 2008
221.942 ferðafólk vóru um Vága Floghavn í 2008
Í 2008 ferðaust 221.942 fólk um floghavnina. Hetta er 1,2% fleiri enn árið fyri, tá talið var 219.329.
Fyrsta ársfjórðing í fjør var vøksturin í ferðafólkatalinum 18,4%. Hesin vøkstur er síðani teir fylgjandi mánaðarnar tódnaður, so hann við ársenda gjørdist 1,2%.
Í 2008 fóru og komu 5.398 flogfør um floghavnina. Hetta er 3,5% færri enn árið frammanundan.
Í desembur 2008 minkaði ferðafólkatalið við 5,9% úr 14.418 niður í 13.574. Fráferðirnar og komurnar minkaðu við 29,2% í desembur - úr 435 niður í 308.
Samlaði flogfarmurin var í 2008 814,7 tons ? ein afturgongd uppá 10,2%. Av hesum var flogposturin 375 tons ? ein afturgongd uppá 8,6% í mun til árið frammanundan.