1,7% fleiri ferðafólk í oktobur
Higartil í ár er samlaða ferðafólkatalið um floghavnina økt við 3%
Í oktobur í ár eru 18.022 ferðafólk farin og komin um floghavnina. Hetta er 1,7% fleiri enn í oktobur í fjør, tá talið var 17.725. Á høvuðsfarleiðunum, tað er á Danmarkarleiðunum, er ferðafólkatalið í oktobur økt við 1,8%, meðan ferðafólkatalið á Íslandsleiðunum í oktobur øktist við 8,6%. Á Noregs- og Bretlandsfarleiðunum eru munandi færri ferðafólk í oktobur í ár í mun til sama mánaða í fjør, ávikavist 89,5% og 40,2% færri. Her eru ferðafólkatølini tó rættiliga smá.
Higartil í ár eru tilsamans 195.616 ferðafólk farin og komin um floghavnina. Tað eru 3% fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá talið var 189.937. Higartil í ár hevur verið framgongd á øllum farleiðunum uttan á Íslandsleiðunum, har afturgongdin fyrstu 10 mánaðarnar hevur verið 17,5%.
Í oktobur komu og fóru tilsamans 375 flogfør. Hetta er 17,6% færri enn í oktobur í fjør, tá 455 flogfør komu og fóru.
Higartil í ár eru 4.756 flogfør komin og farin um floghavnina, svarandi til 1,8% fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.
Fyrstu 10 mánaðarnar í ár hevur flogfarmurin verið tilsamans 683,4 tons svarandi til eina afturgongd uppá 9,6%.