1,9% færri ferðafólk um floghavnina í septembur
Høvuðsfarleiðirnar hava í septembur verið fyri afturgongd í ferðafólkatalinum
Í septembur í ár eru 17.344 ferðafólk farin og komin um floghavnina. Hetta er 1,9% færri enn í septembur í fjør, tá talið var 17.676. Ferðafólkatalið á høvuðsfarleiðunum, tað er á Danmarkarleiðunum, er í septembur minkað við 1,6%. Á Íslandsleiðunum er ferðafólkatalið í septembur minkað við 16,8%. Her er tó talan um væl minni ferðafólkatal enn á Danmarkarleiðunum.
Higartil í ár eru tilsamans 177.594 ferðafólk farin og komin um floghavnina. Tað eru 3,1% fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá talið var 172.212. Higartil í ár hevur verið framgongd á øllum farleiðunum uttan á Íslandsleiðunum, har afturgongdin fyrstu 9 mánaðarnar hevur verið 20%.
Í septembur komu og fóru tilsamans 388 flogfør. Hetta er 10,8% færri enn í septembur í fjør, tá 435 flogfør komu og fóru.
Higartil í ár eru 4.381 flogfør komin og farin um floghavnina, svarandi til 3,9% fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.
Fyrstu 9 mánaðarnar í ár hevur flogfarmurin verið tilsamans 615,3 tons svarandi til eina afturgongd uppá 10,2%.