02.09.2016
100 umsóknir til størv á Vága Floghavn
Vága Floghavn hevur lýst leys trý størv á flogvøllinum og freistin at søkja var úti 1. september. Til starv sum góðsku- og kt-leiðari vóru 26 umsóknir. Til starv sum teknikari vóru 9 umsóknir og til starv sum trygdar- og sløkkiliðsfólk vóru heilar 62 umsóknir. Tað merkir, at heilar 100 umsóknir eru komnar, og tær er eru komnar frá næstan øllum landinum.
”Vága Floghavn fegnast um stóra áhugan at søkja starv á Vága Floghavn. Vit hava fingið nógvar áhugaverdar umsóknir, og tað verður ringt at taka dagar ímillum umsóknirnar”, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.
Vága Floghavn fer komandi vikurnar at gjøgnumganga allar umsóknirnar, og tey sum hava søkt kunnu vænta sær svar einaferð í september.