11% færri ferðafólk í septembur
Í septembur mánaða í ár hava verið 11% færri ferðafólk um floghavnina samanborið við septembur í
Í septembur í ár eru 15.428 ferðafólk farin og komin um floghavnina. Hetta er 11% færri enn í septembur í fjør, tá talið var 17.344.
Sum heild hevur afturgongd verið á øllum farleiðum. T.d. hevur afturgongdin á Danmarkar farleiðunum verið 8,1% og á Íslandsleiðunum 7,4.
Higartil í ár hava tilsamans 160.908 fólk ferðast um floghavnina. Hetta er 9,4% færri enn sama tíðarskeiðið í fjør, tá talið var 177.594. Higartil í ár hevur afturgongd verið á Danmarkarleiðunum við 8,2%, Noregsleiðunum við 16,2% og á leiðunum til Stórabretlands við 40,1%. Einastu leiðir, ið higartil vísa vøkstur, eru Íslandsleiðirnar við 4,4% fleiri ferðafólkum enn sama tíðarskeið í fjør.
Í septembur hava verið 414 fráferðir og komur. Hetta er 6,7% fleiri enn í septembur í fjør tá 388 fráferðir og komur vóru.
Higartil í ár eru 3.730 flogfør komin og farin. Hetta er 14,9% færri enn sama tíðarskeið í fjør, tá 4.381 flogfør komu og fóru.