13,9% fleiri ferðafólk í septembur
Fyrsta 3 ársfjórðingarnar í ár eru 157.287 ferðafólk komin og farin um floghavnina
Í septembur mánaða hava tilsamans 17.571 fólk ferðast um floghavnina. Hetta eru 13,9% fleiri enn í sama mánaða í fjør, tá ferðafólkatalið var 15.428.
Tað hava verið færri ferðafólk á Íslandsleiðunum og í innanoyggja tyrluflutninginum, meðan hinar farleiðirnar hava havt fleiri ferðafólk. Vøksturin merkist serliga á Noregs- og Bretlandsleiðunum nú royndarboring verður gjørd í føroyskum sjóøki.
Fyrstu 9 mánaðarnar í ár vóru tilsamans 157.287 ferðafólk um floghavnina. Hetta er 2,3% færri enn sama tíðarskeið í fjør, tá talið var 160.908.
Í septembur mánaða komu og fóru 497 flogfør. Tað er 20% fleiri enn í septembur í fjør, tá 414 flogfør komu og fóru um floghavnina.
Her sæst ein vøkstur í rutu- og leiguferðum eins og í frálandaflúgving.
Fyrstu 9 mánaðarnar komu og fóru 3.820 flogfør. Tað er 2,4% fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá 3.730 flogfør komu og fóru um floghavnina.
Útgreinaði hagtøl finnast á heimasíðuni hjá Vága Floghavn http://www.floghavn.fo