01.12.2008

14,8% færri ferðafólk í novembur

Færri ferðafólk og færri fráferðir í novembur mánaða

Í novembur í ár eru 12.752 ferðafólk farin og komin um floghavnina. Hetta er 14,8% færri enn í novembur í fjør, tá talið var 14.974. Afturgongdin sæst aftur á øllum farleiðunum. Størst er afturgongdin í ferðafólkum tó á høvuðsleiðunum. Tað er á leiðunum til Keypmannahavnar og Billund. Her er procentvísa afturgongdin 10,4%.

Higartil í ár eru tilsamans 208.368 ferðafólk farin og komin um floghavnina. Tað eru 1,7% fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá talið var 204.911

Í novembur komu og fóru tilsamans 334 flogfør. Hetta er 31,4% færri enn í novembur í fjør, tá 487 flogfør komu og fóru. Afturgongdin sæst eisini her á øllum slagi av komum og fráferðum, bæði rutu-, charter- og øðrum fráferðum. Her skal tó eisini havast í huga, at nakað av frálandaflúgving var í novembur í fjør. Hetta virksemi hevur ikki verið í novembur í ár.

Higartil í ár eru 5.090 flogfør komin og farin um floghavnina, svarandi til 1,3% færri enn sama tíðarskeið í fjør.

Fyrstu 11 mánaðarnar í ár hevur flogfarmurin verið tilsamans 744,4 tons svarandi til eina afturgongd uppá 10,7%.