01.10.2009

1.799m langa flogbreyt og farstøð fyri tilsamans 412 mill. kr.

Nevnd og leiðsla fyri Vága Floghavn mælir til at longja flogbreytina til 1.799m og byggja farstøð at nøkta tørvin tey komandi 10 árini

Vága Floghavn hevði kl. 09 í morgun boðið til almennan fund í farstøðini, har ætlaðar útbyggingar av floghavnini vóru lagdar fyri almenningin. Væl av fólki var komið saman, har m.o. Landsstýri, Løgting og kommunur vóru umboðað.

Jóhannus E. Hansen, næstformaður í p/f Vága Floghavn, bjóði vælkomin og greiddi frá, hvat fundurin snúði seg um.

Landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Johan Dahl, greiddi stutt frá teimum tilmælum, ið nevnd og leiðsla fyri Vága Floghavn høvdu latið honum. Hann vísti á, at hann mælir Landsstýrinum til, at flogbreytin verður longd til 1.799m og at farstøð verður bygd, ið kann nøkta tørvin tey komandi 10 árini.

Forstjórin í Vága Floghavn, Dávur R. Hansen, lýsti síðani tær tøkniligu og búskapaðarligu loysnirnar, ið arbeitt hevði verið við. Tilsamans hevði verið arbeitt við 6 ymiskum loysnum av leinging av flogbreytini. Samskifti hevði verið við donsku loftferðslumyndugleikarnar, Umhvørvisstovuna og Sørvágs Kommunu.

Saman við ráðgevandi verkfrøðingum var móti endanum arbeitt við 2 møguleikum at longja flogbreytina: Longing til 1.600m eystureftir og longing til 1.799m (350m eystureftir og 200m vestureftir). Niðurstøðan var, at væl meiri fekst burturúr at longja flogbreytini til 1.799 m. Hetta væntast at kosta 286 mill. kr. við eini óvissu uppá +/- 22 mill. kr.

Tann tilmæltað miðal útbygging av farstøðini fer at kosta 126 mill. kr. við eini óvissu uppá +/- 14 mill. kr.

Eftir at nakrir spurningar vóru svaraðir, takkaði Kitty-May Ellefsen, nevndarforkvinna í p/f Vága Floghavn, fyri sýndan áhuga.

Framløga av ætlaðum útbyggingum av Vága Floghavn (577 KB)