2014 var gott ár hjá Vága Floghavn
Vága Floghavn hevði eitt gott ár í fjør. Ársúrslitið eftir skatt var slakar 2,3 milliónir krónur, og ferðafólkatalið var aftur methøgt við stívliga 250.000 ferðandi um flogvøllin
Vága Floghavn tekur í ársfrásøgnini fyri 2014 saman um eitt gott ár, sum nevnd og stjórn fegnast um. Ársúrslitið var slakar 2,3 milliónir krónur eftir skatt, og tað er góðar 300.000 krónur minni enn árið fyri, tá ið ársúrslitið eftir skatt var stívliga 2,6 milliónir krónur. Eginognin hjá Vága Floghavn var slakar 782 milliónir krónur, og felagið hevði umleið 38 milliónir krónur í tøkum peningi við árslok 2014.
-Úrslitið er nøktandi, serstakliga tá havt verður í huga, at 2014 var eitt broytingarár við nógvum avbjóðingum, har vit m.a. tóku nýggju farstøðina í nýtslu, sigur Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinna í Vága Floghavn.
Ferðafólkatalið í Vága Floghavn var aftur methøgt í 2014, tá 250.287 fólk ferðaðust um flogvøllin. Tað er seks prosent meira enn í 2013, tá ið 236.181 ferðandi fóru um Vága Floghavn.
Fyrsta ársfjórðing í ár ferðaðust 7.166 fólk fleiri um flogvøllin í Vágum, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tað svarar til eina øking á 16,4 prosent. Tó skal takast við í roknistykkið, at umleið 4.000 av hesum ferðafólkum komu til sólarmyrkingina. Seinastu 10 árini er ferðafólkatalið økt 43 prosent.
Økta ferðafólkatalið hevur givið flogvøllinum hægri inntøkur. Harumframt hevur nýggja farstøðin borið við sær meira virksemi í Vága Floghavn, og aðrar inntøkur stava m.a. frá tollfríu søluni í nýggju farstøðini. Vága Floghavn eigur tollfríu søluna saman við Atlantic Airways.
Nevnd og stjórn miða í síni virkisskrá áhaldandi eftir, at tað verður so bíligt, sum gjørligt, hjá øllum føroyingum og ferðafólkum at ferðast um flogvøllin, bæði tá talan er um ferðafólkagjaldið og veitingar annars á flogvøllinum. Tað var sambært hesi virkisskrá, at Vága Floghavn herfyri lækkaði ferðafólkagjaldið úr 185 krónum niður í 165 krónur fyri hvønn ferðandi. Til sammetingar kann nevnast, at á flogvøllinum í Kastrup er ferðafólkagjaldið 175 krónur.
-Flogvøllurin er loftvegis portrið til umheimin, og tað er týdningarmikið, at vit gera tað so ómakaleyst og trygt, sum gjørligt, hjá fólki at fara um flogvøllin. Vit vilja støðugt eftirmeta viðurskiftini og bøta um umstøðurnar, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.
Longda flogbreytin og betri umstøður á sjálvum flogvøllinum hava havt við sær, at reglusemið í flúgvingini er økt, og í sambandi við sólarmyrkingina stóð flogvøllurin av álvara sína roynd við fleiri flogførum frá útlendskum flogfeløgum. Vága Floghavn avgreiddi hesar dagarnar 17 flogfør, og teirra millum var eitt flogfar av slagnum MD-83 frá Danish Air Transport, sum var 45 metrar til longdar. Tað er longsta flogfar, sum nakrantíð hevur sett seg á flogvøllinum í Vágum.
Seinnu árini eru stórar íløgur gjørdar í eina longda flogbreyt, nýggj innflúgvingartól, nýggja farstøð og fleiri parkeringsøkir, sum verða skipað betur í næstum. Vága Floghavn hevur bílagt eina nýggja gjaldskipan til parkeringsøkini, sum verður løtt hjá kundunum at brúka. Harumframt er ætlanin alsamt at skipa so fyri á farstøðini, at ferðafólkastreymurin kann ganga lættari ígjøgnum støðina. Bæði flogtrygdin og trygdini millum ferðafólk eru støðugt í hásæti hjá Vága Floghavn. Krøvini til eftirlit og eftirlitsfólkini verða støðugt herd, hetta eru krøv sum skal gera eftirlitið á flogvøllinum uppaftur betri.
Á aðafundinum var nevndin afturvald. Í nevndini er Kitty May Ellefsen, forkvinna, Evy Jacobsen, næstforkv., Jóhan í Niðristovu, nevndarlimur og Uni Danielsen, nevndarlimur. Nevndin hevur skipað seg við Kitty May Ellefsen, sum nevndarforkv., og Evy Jacobsen sum næstforkv. Herumframt avgjørdi aðalfundurin, at tvey starvsfólkaumboð eru valgd í nevndina.