
25 ára starvsdagur
Í gjár varð hátíðarløta hildin hjá Vága Floghavn í sambandi við, at Birgir av Kák Joensen hevur verið í starvi hjá okkum í 25 ár. Starvsfelagar og avvarðandi vóru komin saman til eina hugnaløtu, har Birgir fekk handað blómur og eina gávu. Í røðu síni til hansara nýtti Regin I. Jakobsen, stjóri, høvið at takka Birgiri fyri hansara trúfesti og ágrýtni. Síðani Birgir kom í starv er flogferðslan fleirfaldað og krøvini til førleikar og trygd eru sera nógv herd. Hann, saman við øðrum dugnaligum starvsfólkum, hevur í hesum sambandi verið ein týðandi viðleikari í menningini av flogvøllinum.
Birgir byrjaði í starvi tann 13. desember í 1999, og hevur verið ein fastur partur av sløkkiliðshópinum og seinastu árini hevur hann eisini verið átaksleiðari. Øll hesi árini hevur Birgir verið við til at tryggja, at flogvøllurin til eina og hvørja tíð er væl fyrireikaður til møguligar avbjóðingar. Hansara fakligi førleiki og menniskjaligu eginleikar hava gjørt hann til ein virðismiklan starvsfelaga.
Vága Floghavn takkar Birgiri fyri hansara stóra íkast til flogvøllin, og vit ynskja honum hjartaliga til lukku við 25 ára starvsdegnum.