35 ára starvsdagur
21.09.2023

35 ára starvsdagur

Í gjár var hátíðarhald hjá Vága Floghavn fyri starvsfelaga okkara Andreasi Davidsen, sum hevur verið í starvi hjá okkum í samfull 35 ár. Starvsfelagar og familja vóru komin saman at heiðra Andreasi við kaffi og køku. Eisini fekk hann handað blómutyssi og eina gávu.

Tað var 19. september í 1988, at Andreas kom í starv á flogvøllinum. Hann hevur øll árini verið partur av BOR toyminum - tað eru tey, ið eru partur av tilbúgvingini á flogvøllinum - og security.

Regin I. Jakobsen, stjóri á Vága Floghavn, helt eina stutta røðu fyri Andreasi og nýtti høvið at takka honum fyri trúgva tænastu. Hann nevndi m.a. at hesi 35 árini Andreas hevur verið í starvi, er flogferðslan sera nógv økt, og krøvini til førleikar hjá starvsfólki eru nógv herd. Við sínum serstakliga góðu menniskjaligu eginleikum hevur Andreas verið ein fongur fyri flogvøllin, umframt at hann øll árini hevur verið og enn er sera væl fyri fakliga.

Vit á Vága Floghavn takka Andreas fyri góða samstarvið higartil og ynskja honum hjartaliga tillukku við 35 ára starvsdegnum.