4,5% færri ferðafólk í oktober
Fyrstu 10 mánaðarnar eru 8,9% færri ferðafólk um floghavnina
Í oktober í ár eru 17.203 ferðafólk farin og komin um floghavnina. Hetta er 4,5% færri enn í oktober í fjør, tá talið var 18.022.
Í oktober í ár hava verið 422 komur og fráferðir. Hetta er 12,5% fleiri enn í oktober í fjør, tá tað vóru 375 komur og fráferðir.
Fyrstu 10 mánaðarnar í ár eru 178.111 ferðafólk komin og farin um floghavnina. Hetta er 8,9% færri enn sama tíðarskeið í fjør, tá ferðafólkatalið var 195.616.
Fyrstu 10 mánaðarnar í ár eru 4.152 flogfør komin og farin um floghavnina. Tað er 12,7% færri enn sama tíðarskeið í fjør, tá 4.756 flogfør komu og fóru.
Samlaða farmamongdin fyrstu 10 mánaðarnar í ár var 7,4% størri enn sama tíðarskeið í fjør. Tilsamans 734,6 tons í ár í mun til 683,7 tons í í fjør.