5% fleiri ferðafólk fyrra hálvár í ár
Meðan fleiri ferðafólk hava verið um floghavnina higartil í ár, so hevur juni mánaði havt 8% færri ferðafólk í ár
Samlaða ferðafólkatalið um floghavnina var fyrstu 6 mánaðarnar 102.813. Hetta er 5,1% fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá ferðafólkatalið var 97.854. Tað eru serliga farleiðirnar til Danmarkar, tað er Keypmannahavn, Billund og Aalborg, ið hava havt eina framgongd svarandi til 6,5%. Á Íslandsleiðunum hevur verið ein afturgongd svarandi til 21%.
Í juni hava 22.293 fólk ferðast um floghavnina. Hetta er 7,9% færri enn í juni í fjør, tá ferðafólkatalið var 24.206. Í juni hevur afturgongd verið á øllum farleiðum uttan Danmarkar farleiðunum, har ein minni vøkstur var upp á 1,8%.
Higartil í ár eru 2.809 flogfør komin og farin um floghavnina. Tað eru 9,6% fleiri enn fyrra hálvár í fjør, tá 2.562 flogfør komu og fóru um floghavnina. Hesin vøkstur stavar bert frá frálandaflúgvingini, ið var fyrstu 3 mánaðarnar í ár.
Í juni eru 546 flogfør komin og farin um floghavnina. Tað er 14,8% færri enn í juni í fjør, har 641 flogfør komu og fóru.
Samlaði flogfarmurin fyrra hálvár í ár hevur verið 413,9 tons svarandi til eina afturgongd uppá 10% í mun til sama tíðarskeið í fjør.