6,1% færri ferðafólk fyrra hálvár
Fyrra hálvár í ár eru 85.945 ferðafólk komin og farin um floghavnina
Í juni mánaða hava tilsamans 20.349 fólk ferðast um floghavnina. Hetta eru 1,8% færri enn í juni í fjør, tá ferðafólkatalið var 20.731. Afturgongd hevur verið á Danmarkarleiðunum við 1,7%, meðan framgongd hevur verið á Noregsleiðunum við 11,4%, Íslandsleiðunum við 2,3% og Bretlandsleiðunum við 3,7%.
Fyrra hálvár í ár vóru tilsamans 85.945 ferðafólk um floghavnina. Hetta er 6,1% færri enn fyrra hálvár í fjør, tá talið var 91.542. Afturgongd hevur verið á Danmarkarleiðunum við 7,7% og Bretlandsleiðunum við 15,1%, meðan framgongd hevur verið á Noregsleiðunum við 57,3%. Á Íslandsleiðunum er ferðafólkatalið óbroytt í mun til fyrra hálvár í fjør.
Í juni mánaða komu og fóru 466 flogfør. Tað er 4,5% færri enn í juni í fjør, tá 488 flogfør komu og fóru um floghavnina.
Fyrra hálvár í ár eru 2.118 flogfør komin og farin um floghavnina. Tað er 3,6% færri enn fyrra hálvár í fjør, tá 2.197 flogfør komu og fóru um floghavnina.
Fyrra hálvár í ár er samlaða farmamongdin flutt loftvegis um floghavnina minkað við 9,2% - úr 341,3 tonsum til 310 tons.
Útgreinaði hagtøl finnast á heimasíðuni hjá Vága Floghavn http://www.floghavn.fo