05.01.2010

8,2% færri ferðafólk í 2009

203.662 ferðafólk vóru um Vága Floghavn í 2009

Í 2009 ferðaust 203.662 fólk um floghavnina. Hetta er 8,2% færri enn árið fyri, tá talið var 221.942.

Afturgongd hevur verið á øllum farleiðum í 2009. Á Danmarkarleiðunum var afturgongdin 7,5%, Noregsleiðunum 8,0%, Íslandsleiðunum 0,4% og á Bretlandsleiðunum 36,4%. Ongin frálandaflúgving var í fjør, meðan nakað av frálandaflúgving var í 2008. Her er tí eisini talan um afturgongd í hesi flúgving í mun til árið fyri.

Í 2009 fóru og komu 4.870 flogfør um floghavnina. Hetta er 9,8% færri enn árið frammanundan. Færri komur og fráferðir hava verið í rutuflúgvingini, meðan nakrir fleiri uttanríkis leigutúrar hava verið í mun til árið frammanundan. Nakað meiri tyrluflúgving hevur somuleiðis verið.

Í desembur 2009 minkaði ferðafólkatalið við 6,2% úr 13.574 niður í 12.726. Fráferðirnar og komurnar vóru tó 18,2% fleiri í desembur - úr 308 upp í 364. Leigutúrar uttanríkis og skúlaflúgving er høvuðsorsøkin til hetta.