Almenn arbeiðsbyrjan í sambandi við leinging av flogvøllinum verður hósdagin 6. mai 2010
Skipað verður fyri einum tiltaki við eystara enda á flogvøllinum, har Jóhan Dahl landstýrismaður loysir av fyrsta skotið í spreingingini framvið vøllinum. Aftaná verður móttøka í farstøðini á flogvøllinum.
Skráin fyri tiltakið er hendan:
· 13.30: Møtt verður á ídnaðarøkinum oman fyri flogvøllin. Haðani verður bussflutningur til arbeiðsøkið við eystara enda á flogvøllinum
· 14.15 (umleið): Boðið verður vælkomin á arbeiðsøkinum.
· 14.30 (umleið): Jóhan Dahl landstýrismaður loysir av fyrsta skotið í spreingingini fram við vøllinum
· Bussflutningur aftur til farstøðina
· 15.00-16.00: Móttøka í farstøðini
Av praktiskum ávum ber ikki til hjá fólki sjálvum at koyra til arbeiðsplássið við eystara enda á vøllinum, men skipað verður fyri bussflutningi frá ídnaðarøkinum hjá Sørvágs kommunu oman fyri flogvøllin.
Tiltakið er alment.