21.06.2010
Arbeiða í Vatninum
Í samband við leingingina av flogvøllinum verður gjørdur ein pierur úti í Vatni til at seta innflúgvingarljós á.
Arbeiðið at gera pierin byrjar ein av komandi døgunum og kemur at varða í einar tveir mánaðar.
Í hesum tíðarskeiði verður grót lagt út og maskinur koma at arbeiða í og við vatnið.
Møguleiki er fyri, at vatnið rundanum nýggja pierin kann gerast gruggut, meðan arbeitt verður í vatninum.
Avtala er gjørd við Sørvágs- og Vága Kommunu um, at drekkivatn ikki verður tikið úr vatninum, meðan arbeiðið fer fram.
Dentur verður lagdur á at fara vandaliga um umhvørvið, meðan arbeiðið fer fram.