27.08.2010

Arbeiðið gongur væl

Arbeiðið at leingja flogbreytina gongur væl og longu nú eru munandi nøgdir av gróti sprongdar, fluttar og innbygdar.

Nú góðar fýra mánaðar eftir arbeiðsbyrjan, sæst uppfyllingin væl í lendinum.
Arbeitt verður í skiftivaktum, frá mánamorgun kl. 08.00 til leygarmorgun kl. 08.00.
Fleiri amboð eru komin á arbeiðsplássið síðstu tíðina, dagliga verða eini 8.000 m3 av gróti fluttir og higartil eru tilsamans 250.000 m3 av gróti fluttir.

Arbeitt verður fyri tað mesta við endan á flogbreytini sum er ímóti Vatninum.
Fyribils trygdarhegn er sett upp sunnan- og eystanfyri flogbreytina, bjargingarvegur er gjørdur og verandi vegur yvir til grótbrotið er breiðkaður og javnaður.
Nógv mold er grivin av á suður-/eystursíðuni, sprongd verða stór skot dagliga og stórsti parturin av grótinum er innbygt í komandi flogbreytarenda.
Arbeiði uppá pierin er byrjað, og veitir og rennur eru gjørdar, ið savna saman vatnið, ið rennur frá arbeiðsøkinum.

Fleiri myndir kunnu síggjast her á síðuni undir - Um Vága Floghavn / Útbygging / Flogbreytin / Myndasavn 2010.