Atlantic Airways vunnið útboð um tollfría sølu á flogvøllinum
Atlantic Airways vunnið útboð um tollfría sølu á flogvøllinum
Nevndin í P/F Vága Floghavn hevur viðgjørt innkomnu boðini uppá rakstur av tollfríari sølu í Vága Floghavn, og hevur gjørt av at taka av tilboðnum frá P/F Atlantic Airways.
Nevndin í P/F Vága Floghavn bjóðaði tann 10. septembur 2008 rættin til at reka tollfría sølu í Vága Floghavn út í almennum útboði.
Tá ið freistin at lata inn tilboð var úti tann 1. oktobur 2008 hevði P/F Vága Floghavn móttikið seks boð frá fýra tilboðsgevarum; fýra vanlig boð sambært útboðstreytunum og tvey alternativ boð.
Nevndin í P/F Vága Floghavn hevur nú viðgjørt innkomnu boðini, og hevur gjørt av, at lata P/F Atlantic Airways rættin til at reka tollfríu søluna í Vága Floghavn. Sáttmálin verður galdandi fyri tvey ár, og við rætti fyri partarnar at leingja hendan í upp til eitt ár afturat.
Eftir hetta verður mett, at hølisviðurskiftini í Vága Floghavn verða munandi broytt í sambandi við ætlaðu útbyggingina av flogvøllinum, soleiðis at møguleikar verða fyri enn betur umstøðum fyri tollfríari sølu í Vága Floghavn. Nevndin í P/F Vága Floghavn vil tí til ta tíð taka støðu til, hvussu tollfría sølan í Vága Floghavn skal skipast, herundir um talan skal vera um fleiri tollfríar sølubúðir.
'Bæði út frá eini reint fíggjarligari og út frá eini samlaðari meting hevur nevndin í P/F Vága Floghavn mett, at tilboðið frá P/F Atlantic Airways er tað, sum gevur P/F Vága Floghavn bestu og tryggastu úrtøku, samstundis sum tilboð teirra gevur teimum ferðandi um flogvøllin bestu møguleikarnar fyri eini nútímans tænastu á høgum støði við fjølbroyttum úrvali av tollfríum vørum', sigur Jóhannus Egholm Hansen, næstformaður í P/F Vága Floghavn, sum nevndarinnar vegna hevur skipað útboðið.
Viðmerkingar til hetta tíðindaskriv eru at fáa frá Jóhannusi Egholm Hansen, næstformanni í nevndini í P/F Vága Floghavn, á tel. +45 3093 1842.