Betri parkeringsviðurskifti við floghavnina
02.10.2009

Betri parkeringsviðurskifti við floghavnina

Parkeringsskipan við floghavnina verður tikið í nýtslu mánadagin 5. oktobur 2009

Tað hevur verið eitt ynski hjá Vága Floghavn at hækka tænastustøði ísv. parkering, og seinastu tveir mánaðirnar hevur verið arbeitt við at umskipa parkeringsøkið frammanfyri farstøðina. Økið næst farstøðini verður nú lagt av til bussar, hýruvognar og stutttíðarparkering og øll onnur parkering verður á langtíðarparkeringsøkinum, sum er útgjørt við eini bumskipan. Á langtíðarparkeringsøkinum er fyrsti tímin ókeypis, og annars verður kravt gjald fyri longri tíðarskeið.

Bumskipanin er sera einføld at nýta. Við innkoyringina fæst ein P-kvittan, sum skal goymast. Áðrenn farið verður avstað aftur, skal P-kvittanin skrásetast í gjaldstøðini og tann upphæddin sum er skrásett, verður at gjalda við myntum ella gjaldskorti. Við útkoyringina verður P-kvittanin skrásett, og bummurin fer upp.

Veðrið er ofta ólagaligt í vetrarhálvuni, og tí er gjaldstøðin sett innandurða við eystastu inngongdina til farstøðina. Ferðandi og viðskiftafólk í floghavnini, sum nýta parkeringsøkið, sleppa út av parkeringsøkinum tá farstøðin er opin, og tað slepst framat gjaldstøðini.

Í sambandi við, at parkeringsøkið er umskipað, verður settur ein parkeringsvørður at fylgja við, at parkeringin verður sambært galdandi reglum.

Vága Floghavn vónar, at viðskiftafólk og ferðandi taka væl ímóti nýggju parkeringsskipanini.