Broytt parkeringsgjøld frá 1. mai
08.04.2025

Broytt parkeringsgjøld frá 1. mai

Við gildi frá 1. mai 2025 hækka gjøldini fyri at parkera á p-økinum hjá Vága Floghavn.

Verandi gjøld eru óbroytt síðani 2019. 

Vága Floghavn hevur eina prísskipan, har dagsprísurin lækkar stigvíst í mun til longdina á parkeringartíðarskeiðnum. 

Sum dømi um prísbroytingina kunnu nevnast, at hevur tú parkerað í 3 dagar, hækkar gjaldið við kr. 45 - úr kr. 240 í kr. 285, og hevur tú parkerað í 8 dagar, hækkar gjaldið við kr. 180 - úr kr. 520 í kr. 700.

Parkering styttri enn 2 tímar er ókeypis.

Yvirlit yvir nýggju parkeringsgjøldini, ið verða galdandi frá 1. mai 2025, sæst niðanfyri.