Dagføring av ferðafólka- og flogferðslugjøldum
01.10.2009

Dagføring av ferðafólka- og flogferðslugjøldum

Vága Floghavn dagførir ferðafólka- og flogferðslugjøld

Ferðafólka- og flogferðslugjøldini í Føroyum hava verið óbroytt í átta ár, men nú verða tey dagførd soleiðis at tey betur samsvara við veruligu útreiðslurnar av at reka flogvøllin í Vágum.

Nýggj og hækkandi gjøld

Tann 1. november 2009, 1. januar 2010 og 1. januar 2011 verður ferðafólkagjaldið fyri farandi ferðafólk um Vága Floghavn hækkað við kr. 10 hvørja ferð, soleiðis at gjaldið í 2011 verður áljóðandi 160 kr fyri hvønn ferðandi. Hetta er fyrsta ferð síðani 2001, at gjaldið verður broytt. Harumframt verður innført eitt trygdargjald, sum skal mótsvara útreiðslunum av nógv herdu trygdarkrøvunum seinastu árini. Trygdargjaldið verður 25 kr. fyri hvørt farandi ferðafólk, og kemur í gildi tann 1. november 2009. Tá ið hækkingin er fult gjøgnumførd í 2011 vil hetta við núverandi ferðafólkatali geva felagnum eina meirinntøku í mun til í dag uppá umleið 5,5 mill. kr. um árið.

Harumframt verða aðrar broytingar gjørdar frá 1. januar 2010 í gjøldunum, sum flogfeløgini, ið nýta flogvøllin, skulu gjalda. Týdningarmest av hesum er, at prísurin fyri at lata flogvøllin upp í úrtíð hækkar, so hann svarar til kostnaðin av at kalla fólk til arbeiðis og lata flogvøllin upp í úrtíð, ofta á náttartíð. Samlaði meirkostnaðurin fyri flogfeløgini, tá ið broytingarnar eru fullt gjøgnumførdar í 2011, verður við verandi nýtslu mettur at vera umleið uppá 1,8 mill. kr. um árið.

Vága Floghavn hevur í fleiri ár eisini havt árligar útreiðslur uppá nærum 9 mill. kr. til tilbúgving, hvar flogvøllurin til eina og hvørja tíð og við stuttari fráboðan skal kunna latast upp til neyðsendarflúgving, umframt til fráboðanartænastu í sambandi við tyrluflúgving millum oyggjarnar. Eftir at flogvøllurin ikki longur er almennur stovnur, fara avvarandi myndugleikar eins og áður, frá 2010 ætlandi at rinda fyri hesar tænastur, soleiðis at útreiðslur felagsins fyri veitan av hesum samfelagstænastum verða dekkaðar.

Hall í fleiri ár

Um orsøkinar til hækkaðu ferðafólka- og flogferðslugjøldini sigur Dávid Reinert Hansen, forstjóri í Vága Floghavn, at flogvøllurin, sum almennur stovnur, hevur havt rakstrarhall uppá millum 13,9 og 18,4 mill. kr. (við avskrivingum og fyristingarkostnaði) í árunum frá 1995 til 2006. Í 2008 minkaði partafelagið Vága Floghavn gjøgnum ymisk inntøkufremjandi og kostnaðarminkandi tiltøk um rakstrarhallið, soleiðis at hetta kom niður á 11 mill. kr. (við avskrivingum og fyrisitingarkostnaði).

- Sum vinnurekandi partafelag hevur Vága Floghavn skyldu til, í minsta lagi at fáa javnvág í raksturin, umframt at vinna pening til viðlíkahald og nýíløgur í neyðug og tíðarhóskandi tól, útgerð og annað, og verður hetta gjørt við at hækka um inntøkur felagsins, soleiðis at tær mótsvara útreiðslunum av at reka flogvøllin.

- Heldur enn at royna at dekka stór árlig rakstrarhall við fíggjarligum ískoyti frá landskassanum, og harvið skattgjaldaranum, hevur leiðslan í Vága Floghavn mett, at rættast er, at inntøkur felagsins mugu økjast, soleiðis at raksturin javnvigar, og at tað eru tey, ið nýta flogvøllin og tænastur hansara ? tey ferðandi og flogfeløgini ? ið gjøgnum dagførd nýtslugjøld rinda kostnaðin av teimum tænastum veittar verða, heldur Dávid Reinert Hansen, forstjóri í Vága Floghavn fram.

Betur fíggjarligt grundarlag

Við dagføringini av ferðafólka- og flogferðslugjøldunum og við endurgjaldi av kostnaðinum fyri tilbúgving og ávaringartænastuna, metir Vága Floghavn seg at kunna fáa eitt betur fíggjarligt grundarlag, ið kann tryggja rakstur og menning av flogvøllinum, so at ein tíðarhóskandi og nøktandi tænasta kann veitast ferðafólkunum og flogførunum, og at stóru samfelagsvirðini í flogvølli, farstøð og rakstrargøgnum ikki forfarast, sigur Dávid Reinert Hansen, forstjóri í Vága Floghavn.

******

Møguligir fyrispurningar um hetta tíðindaskriv kunnu vendast til Dávid Reinert Hansen, forstjóra, á telefon 354400.

Nevndin