23.09.2008

Dávid Reinert Hansen settur sum forstjóri í P/F Vága Floghavn

Nevndin í P/F Vága Floghavn hevur í dag sett Dávid Reinert Hansen sum forstjóra í felagnum. Finnbogi Niclasen, sum hevur verið flogvallarovasti meðan flogvøllurin var almennur stovnur, verður somuleiðis limur í stjórn felagsins, og kemur framvegis at hava ábyrgdina fyri flogferðslutrygdini, umframt trygdarviðurskiftum í og uttanum terminalbygningin.

Nevndin í P/F Vága Floghavn hevur somuleiðis gjørt av, at søkja eftir einum fíggjarleiðara.

Nevndin í P/F Vága Floghavn hevur tikið hesar avgerðir við atliti, at tørvur er á at styrkja um leiðslu felagsins, nú fortreytirnar fyri virksemi felagsins eru nógv broyttar eftir, at flogvallarvirksemið er skipað, sum sjálvstøðugt partafelag, umframt at felagið skal í gongd við fyrireiking av stóru verkætlanini fyri útbygging av floghavnini í Vágum, stovnan av tollfríari sølu í floghavnini, o.s.fr., sigur Kitty May Ellefsen, forkvinna.

Dávid Reinert Hansen, sum er 48 ára gamal, hevur, sum verkfrøðingur og sum fyrrverandi stjóri í P/F Vágatunnilin, P/F Norðoyartunnilin og P/F Skálafjarðartunnilin, drúgvar royndir við at skipa og stýra stórar byggi-verkætlanir, og er nevndin í P/F Vága Floghavn tí væl nøgd við, at Dávid Reinert Hansen hevur tikið av nýggju avbjóðingini.

Dávid Reinert Hansen, sum síðani 24. juli 2008 hevur verið limur í nevndini í P/F Vága Floghavn, tekur seg úr nevndini í samband við, at hann byrjar starvið sum forstjóri í felagnum.
------------------

Spurningar viðvíkjandi hesum tíðindaskrivi kunnu vendast til Kitty May Ellefsen, forkvinnu á tel. +298 500 500.