Eisini vøkstur í august
33,937 ferðafólk komu og fóru umvegis Vága Floghavn í august í ár. Hetta er ein framgongd uppá 5,7%, í mun til august 2015, tá ið 32,098 ferðafólk komu og fóru umvegis flogvøllin. Samlaða framgongdin higartil í ár er 6,1%. Tað merkir, at 208,642 ferðafólka hava vitjað flogvøllin higartil í ár.
Um framgongdin heldur áfram, so metir Vága Floghavn at ferðafólkatalið í 2016 kemur at liggja um 290.000 ferðafólk. Samlaða ferðafólkatalið í 2015 var gott 276.000.
Fleiri parkeringspláss
Í septembur byrjar J&K Petersen uppá útbygginga av parkeringsøkinum. Talan verður um at fara frá at hava 360 parkeringpláss til at hava yvir 800 parkeringspláss. Hetta verður mett at nøkta tørvin í nógv ár frameftir. Harumframt verður ein serlig glasgongd bygd, soleiðis at fólk turr – kunnu koma frá parkeringsøkinum og inn í farstøðina.