ES kommissiónin vil hoyra frá ferðafólkum viðvíkjandi loyvdari vesku umborð á flogfør
26.07.2016

ES kommissiónin vil hoyra frá ferðafólkum viðvíkjandi loyvdari vesku umborð á flogfør

ES Kommissiónin vil fegin hoyra frá fólkum um hvørjar veskur, sum ikki eru loyvdar við í hondbaggau í dag, fólk kundu hugsað sær at hava við umboð framyvir.

Fram til 31. august 2016 vil ES hoyra frá fólkum um teirra royndir við at hav aveskur við umborð á flogfari. Tí spyrja tey í einum stórum spurnarumfari fólkum hvat fyri veskur burdu verið loyvdar framyvir.

Grundin til ES spyr, at nýgg framkomin útgerð, sum eisini Vága Floghavn er í holt við at ogna sær, betur kann vísa hvat fyri veskur fólk hava við sær.

Tit finna spurnarblaðið her: http://ec.europa.eu/transport/themes/passengers/consultations/2016-eu-air-travel-passenger-liquid-survey_en.htm