Ferðaavgjøld um Vága Floghavn
Tað hevði verið gott fyri ferðavinnuna, P/F Vága Flohavn og P/F Atlantsflog um ferðaavgjaldið til landið varð avtikið
Vága Floghavn er ikki dýrasta floghavn har Atlantsflog flýgur og landsstýrismaðurin í Vinnumálum ásetur ikki gjøldini
P/F Vága Floghavn hevur eins og Føroya fólk, Atlantsflog, landsstýrismaðurin í vinnumálum og landsstýrismaðurin í ferðavinnumálum stóran áhuga í, at hava ein so lágan ferðakostnað sum gjørligt. P/F Vága Floghavn má tó eisini, sum ábyrgdarfult partafelag, tryggja, at P/F Vága Floghavn ikki hevur varandi hall á rakstrinum.
P/F Atlantsflog hevur tíðum lagt sergjøld á ferðaseðlar (oljuavgjald) og onkuntíð hækkað sínar prísir.
Nevndarforkivnnan í Vága Floghavn, Kitty May Ellefsen, ivast tí ikki í, at leiðslan hjá P/F Atlantsflog, tá hesi hugsa seg um eina løtu, skilur, at tað er neyðugt hjá P/F Vága Floghavn, at dagføra gjøldini, ið ikki eru dagførd síðandi 2001. Viðmerkjast kann, at heldur ikki tá var javnvág millum inntøkur og útreiðslur.
Hinvegin hevði verið gott fyri ferðavinnuna, P/F Vága Floghavn og P/F Atlantsflog, um ferðaavgjaldið til landið varð avtikið. Hetta avgjald er áljóðandi 120 kr fyri hvønn ferðandi og hesum gjaldi ráða politikkarar fult og heilt yvir.
Vága Floghavn er ikki dýrasta floghavn
Landsstýrismaðurin í ferðavinnumálum førdi fram í Degi og Viku í gjárkvøldið, at Vága Floghavn er dýrasta floghavn har P/F Atlantsflog flýgur.
Tá talan er um ferðafólkagjald (tað, sum ferðafólkini gjalda) liggur Vága Floghavn í hægra endanum. Tó hevur Narsarsuaq eitt ferðafólkagjald, sum er helvtina hægri enn tað hjá Vága Floghavn. Tá talan er um startgjald og annað, sum P/F Atlantsflog skal gjalda fyri at nýta floghavnina er gjaldið hjá P/F Vága Floghavn tað lægsta har P/F Atlantsflog flýgur.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum ásetur ikki gjøldini
Í gjárkvøldið, í Degi og Viku, varð eisini ført fram, at tað er landsstýrismaðurin í Vinnumálum sum ásetur gjøldini hjá Vága Floghavn. Hetta er ikki beint. P/F Vága Floghavn ásetur sjálvt síni gjøld og Vinnumálaráðið er góðkennandi myndugleiki.
Hví hækkar P/F Vága Floghavn síni gjøld?
P/F Vága Floghavn yvirtók í juli 2008 flogvallarvirksemið. Nevnd felagsins hevur síðani staðfest, at felagið árini síðani 1995 hevur havt eitt árligt hall áljóðandi 15,2 mió kr í miðal ? 11 mió kr í 2008. Ein orsøk til hallið er, at nýtslugjøldini fyri at brúka floghavnina eru munandi lægri enn útreiðslurnar fyri at reka floghavnina. Nýtslugjøldini, sum P/F Atlantsflog rindar til Vága Floghavn eru munandi lægri enn nýtslugjøldini, sum P/F Atlantsflog rindar til flestu aðrar flogvallir.
P/F Vága Floghavn er partur av altjóða regluverki. Økið er neyvt lógarregulerað og strong krøv galda fyri flogvøllin, eitt nú trygdarkrøv. Krøvini til flogvallir eru seinastu árini herd og aðrar meira krevjandi mannagongdir settar í verk, eitt nú trygdarkanningar av ferðafólki og viðføri. Hetta kostar pengar, men eru samstundis neyðugar mannagongdir, sum eru álagdar P/F Vága Floghavn at fylgja, og sum hava ein meirkostnað við sær.
Hesin meirkostnaður skal rindast antin av brúkarunum ? ferðafólki og flogfeløgum ? ella av skattgjaldaranum. Vága Floghavn hevur mett tað rættast, at tað eru brúkararnir ið gjalda.
Sum áður greitt frá verður ferðafólkagjaldið dagført yvir eitt tíðarskeið á 2 1/4 ár. Í ár verður ferðafólkagjaldið hækkað við 35 kr. Í 2010 verður hækkað við 10 kr og í 2011 verður hækkað við 10 kr.
P/F Vága Floghavn
Sørvágur