Ferðafólkatalið heldur áfram við at vaksa
23,654 ferðafólk komu og fóru umvegis Vága Floghavn í oktobur í ár. Hetta er ein framgongd uppá 4,7%, í mun til oktobur 2015, tá ið 22,583 ferðafólk komu og fóru umvegis flogvøllin. Samlaða framgongdin higartil í ár er 5,9%. Tað merkir, at 256,849 ferðafólk hava vitjað flogvøllin higartil í ár.
Um framgongdin heldur áfram, so metir Vága Floghavn at ferðafólkatalið í 2016 kemur at liggja um 290.000 ferðafólk. Samlaða ferðafólkatalið í 2015 var gott 276.000.
Arbeiði uppá víðkan av parkeringsøkinum gongur væl
Í juli gjørdi Vága Floghavn avtalu við J&K Petersen um víðkan av parkeringsøkinum við flogvøllin. Arbeiði gongur væl, og ætlanin er at hava víðkaða parkeringsøki klárt í septembur 2017.
Tá ið arbeiði við parkeringsøki er liðugt, væntar Vága Floghavn at tað verða pláss fyri omanfyri 800 bilum á parkeringsøkinum. Arbeiði umfatar eisini bygging av einum ferðafólkskýli, soleiðis at ferðafólk sleppa undir tak, skjótari enn í dag. Skýli verða deild út á parkeringsøki, tó uttan at hetta órógvar ferðsluna sum verður á økinum.