Ferðafólkatalið í 2016 kemur at seta met
27.12.2016

Ferðafólkatalið í 2016 kemur at seta met

Vága Floghavn veit nú at siga, at ferðafólkatalið fyri 2016 fer at seta met. Samlaða talið av ferðafólkum sum komu og fóru í 2015 var 276.385 ferðafólk. Frá 1. desember til 25. desember 2016 komu og fóru 14.616 ferðafólk umvegis flogvøllin. Hetta er ein vøkstur á 7,6 % um man samanber við desembur 2015.

Samlaða talið av ferðafólkum sum hava ferðast umvegis Vága Floghavn fram til 25. desembur 2016 er 289.316. Hetta er ein samlaður vøkstur uppá 5,8 % í mun til somu tíð í 2015.

”Tað verður enn einaferð staðfest, at tær íløgurnar sum eru framdar í føroyska flogvinnu seinastu árini, saman við búskaparvøkstrinum, bera ávøkstur til frama fyri føroyska flogvinnu. Vøkstur hevur verið hvørt ár, síðan vøllurin bleiv longdur og fleiri íløgur blivu gjørdar í og við flogvøllin”, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.

Enn er ov tíðliga at siga akkurát hvat ferðafólkatalið fyri 2016 verður, men nú er also staðfest at tað verður hægri enn í 2015.

”Vit síggja fram ímóti 2017, tá ið føroysk og útlendsk ferðafólk aftur fara at uppliva kapping á føroyskum flogleiðum, og vænta vit, at brúkarin fer at merkja lægri prísir, enn betur tænastu og fleiri møguleikar og fleiri ferðamál. Vit vænta at, at vøksturin í 2017 verður størri enn í 2016”, sigur stjórin á Vága Floghavn.