FERÐAFÓLKATALIÐ RUNDAÐI 300.000 Í SEPTEMBER
15.10.2018

FERÐAFÓLKATALIÐ RUNDAÐI 300.000 Í SEPTEMBER

Vøksturin í ferðafólkatalinum umvegis Vága Floghavn heldur fram. Til og við september høvdu 300.576 ferðafólk ferðast um flogvølln. Vøksturin í mun til somu tíð í fjør var 29.511 ferðafólk, sum svarar til 11%.                                                                                           
Samanborið við í fjør var tað ikki fyrr enn oktober var liðugur, at ferðafólkatalið kom upp á 300.000. Tað vil siga ein mánað seinni. Vøksturin fyri september í mun til september í fjør er 13,2 %.

Farmurin veksur eisini nógv. Fram til og við september eru 1213 tons farin um flogvøllin. Somu tíð í fjør var talið 433 tons. Framgongdin er 180%.