Ferðafólkatalið um floghavnina vaks við 5,3% í 2007
02.01.2008

Ferðafólkatalið um floghavnina vaks við 5,3% í 2007

Í fjør fóru og komu 219.329 ferðafólk um Vága Floghavn. Hetta er ein vøkstur uppá 5,3% í mun til árið fyri, tá 208.254 fólk ferðaðust um floghavnina. Um somu tíð sum ferðafólkatalið er hækkað, eru komurnar og fráferðirnar, tvs. operatiónirnar, minkaðar við 15%.

Á høvuðsfarleiðunum til Danmarkar er vøksturin 8,6%, Stórabretland 19,5%, meðan ferðafólkatalið á Íslandsleiðunum er óbroytt. Noregsfarleiðirnar hava havt eina afturgongd uppá 63,7%.

Í desembur var ferðafólkatalið 14.418, ið svarar til ein vøkstur uppá 14,2% í mun til desembur í 2006.

Tilsamans 5.594 flogfør komu og fóru um floghavnina í fjør. Hetta er 15% færri enn árið fyrið, tá talið av komandi og farandi flogførum var 6.579.

Flogfarmurin er øktur við 5,0% til 497 tons, meðan flogposturin er minkaður við 8,5% til 410 tons.

Samlaði startmassin, tvs. mest loyvda totalvekt á flogførunum, er minkaður við 13,6% og er farin úr 92.487 tonsum niður í 79.893 tons í 2007
.