Ferðafólkatalið veksur framvegis
01.08.2016

Ferðafólkatalið veksur framvegis

Í juli komu og fóru 42,955 ferðafólk umvegis Vága Floghavn, tað er ein vøkstur uppá 5,3% í mun til juli 2015. Higartil í ár eru sostatt 174,705 ferðafólk komin og farin um flogvøllin. Tað er ein samlað framgongd á 6%.

Methøgur regularitetur

Umframt at tað sær út til at ferðafólkatalið aftur fer at seta met, so er regulariteturin á flogvøllinum eisini methøgur. Hetta hevur verið galdandi bæði fyri flogførini hjá Atlantic Airways og flogførini hjá øðrum flogfeløgum, so sum Lufthansa, sum hava sett seg í Vágum.

Byrja uppá parkeringsøki 1. septembur

Arbeiði uppá at víðka parkeringsøki frá 330 parkeringsplássum til gott 800 parkeringspláss byrjar 1. septembur. Væntandi kemur arbeiði at taka eitt ár.