21.10.2008

Flúgvarabedingin

P/F Vága Floghavn hevur tann 24. juli 2008 yvirtikið flúgvarabedingina í Vágum frá landinum. Flúgvarabedingin hevur í fleiri ár verið brúkt sum tjaldingarpláss hjá ferðafólki við kampingvogni.

Hóast eini 100 kampingvognar hava staðið á flúgvarabedingini í summar so eru eingir hentleikar á flúgvarabedingini, sum eitt slíkt tjaldingarstað eigur at hava. Her verður serliga hugsað um tey saniteru viðurskiftini, eldsløkkjarar og annað.

P/F Vága Floghavn fer í vetur, saman við Sørvágs kommunu, ígongd við at fáa hesi viðurskifti í rættlag soleiðis, at flúgvarabedingin kann virka sum góðkent tjaldingarstað. Viðmerkjast skal, at Sørvágs kommuna longu hevur lagt el, vatn og telefonkaðal til økið.

- Flúgvarabedingin er stak væl egnað sum tjaldingarpláss og bæði P/F Vága Floghavn og Sørvágs kommuna síggja møguleikar í flúgvarabedingini. Men tað hevur stóran týdning, at fáa brunatrygd og tey saniteru viðurskiftini í rættlag.

- Hetta er orsøkin til, at P/F Vága Floghavn heitir á eigarar av kampingvognum og øðrum, at flyta ogninar av økinum innan 1. november 2008 soleiðis, at hesir ikki darva komandi arbeiðinum á økinum
, sigur Kitty May Ellefsen nevndarforkvinna í P/F Vága Floghavn.

Tá økið er liðugt tilbúgvið sum tjaldingarpláss fer økið, at verða rikið, sum tjaldingarstað hvar kampingvognar og tjøld eru vælkomin.