Framburður á flogvøllinum
07.04.2015

Framburður á flogvøllinum

Eftir tveir slakar mánar við lítlum vøkstri, setti ferðafólkatalið í mars met. Vøksturin var 47%; og samlaði vøksturin í ferðafólkatalinum higartil í ár er sostatt 16,4%. Heili 7160 fleiri ferðafólk komu og fóru umvegis flogvøllin í mars 2015 um man samanber við mars 2014. Higartil í ár hava 50.821 ferðafólk brúkt flogvøllin sum sítt portur til útheimin.

Sólarmyrkingin

Nógv fyrireiking var upp til væntaðu ferðsluna í sambandi við sólarmyrkingina 20. mars. Umframt tað, at Atlantic Airways hevði sett meira inn fyri at nøkta tørvin, so hevði flogvøllurin fingið hópin av øðrum fyrispurningum frá øðrum flogfeløgum og einstaklingum um, at tey vildu flúgva til Føroyar fyri at uppliva sólarmyrkingina. Flestu av teimum flogfeløgunum og einstaklingunum sum komu til sólarmyrkingina vóru í Føroyum fyri fyrstu ferð, og kravdi hetta eyka fyrireiking.

Farstøðin stóð sína roynd

Síðan nýggja farstøðin bleiv tikin í brúk, hevur hon ongantíð fyrr verið karmur um so miðsavnaða og miðvísa ferðslu. Starvsfólk, hølir, tól og annað stóð sína roynd dagarnar rundanum sólarmyrkingina. Eiheldur vóru seinkingar 20. marts, tá ið fleiri enn 17 flogfør komu og fóru umvegis Vága Floghavn.

”Øll sum starvast á flogvøllinum, hjá Atlantic Airways og onnur gjørdu ein stóran innsats fyri at tryggja, at ferðafólkini fingu eina so góða uppliving sum gjørligt, og eftir at hava fingið takkarbrøv frá operatørum, ferðavinnusmiðjum og øðrum, kunnu vit nú staðfesta, at tað eydnaðist til fullnar”, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.

Lægri tænastugjøld og fleiri íløgur

Stóru útbyggingarnar sum hava verið á flogvøllinum seinastu árini, hava ment inntøkumøguleikarnir hjá Vága Floghavn og metti nevnd og leiðsla fyri Vága Floghavn fyrr í ár, at tað er pláss fyri at lækka tænastugjøldini til ferðafólk frá 1. maj 2015. Harumframt valdi Vága Floghavn at geva Atlantic Airways avsláttur til nýggjar rutur, at seta upp til 20 milliónir av til at bøta um parkeringsviðurskiftini á flogvøllinum og at gera íløgur í anlegg, sum vil bøta enn meira um reglusemið á flogvøllinum. Ætlanin er at fara í gongd við hetta arbeiðið longu í 2015.

Frameftir

Komandi tíðin verður eisini spennandi, tí nú er páskaferðslan og síðani veksur ferðafólkatalið fram til summarið. Tó er greitt, at onki óljuvirksemi kemur at vera at flogvøllinum í ár.

Ferðaskrivstovur og onnur sum arbeiða við ferðavinnu meta, at tað verður vøkstur í ferðafólkatalinum í 2015, og tað vónar Vága Floghavn eisini.

”Við tí menning og framburði sum hevur verið seinastu árini eftir at politiski mynduleikin hevur valt at raðfesta ferðavinnu frammaliga, so vænta vit at eisini 2015 verður eitt spennandi ár fyri føroyska flogvinnu og ferðavinnu annars”, sigur stjórin á Vága Floghavn.