Framgongd í ferðafólkatali á ein triðing
19.01.2022

Framgongd í ferðafólkatali á ein triðing

Eftir sera slaka árið 2020 kom ferðafólkatalið umvegis Vága Floghavn við einum vøkstri á ein triðing nakað fyri seg aftur í 2021. Hóast framgongdina er langt eftir upp til tølini fyri metárið 2019.

“Vága Floghavn hevði einans 179.778 ferðandi í 2020. Tá var afturgongdin 57,6% í mun til 2019, og komu vit tí niður á sama stig sum heilt afturi í 2004/05.  Við eini framgongd á ein triðing komu vit í 2021 upp á 239.086, men hetta er framvegis 43,6% minni enn í 2019. Tað kann tí ikki sigast annað, enn at COVID-19 framvegis avmarkar virksemið hjá Vága Floghavn í ógvuliga stóran mun”, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri, í viðmerking.

Hann leggur afturat: “Vit kunnu siga, at 2021 var í tveimum - einari ógvuliga vánaligari fyrru helvt og eini rímiliga góðari seinnu helvt. Í oktober vóru vit til dømis omanfyri 90% av tølunum fyri 2019, sum sjálvandi var rættiliga gott”.

Sum sæst á myndini fullu ferðafólkatølini nakað aftur í november og desember, og nú omikron herjar víða hvar, kann ikki roknast við, at ferðslan kemur fyri seg aftur teir fyrstu mánaðirnar av 2022. “Sum útlitini síggja út í løtuni vænta vit ógvuliga smáliga ferðslu fyrstu mánaðirnar av árinum, men hava kortini rættiliga góðar vónir til summarið. Satt at siga rokni eg við, at summarið fer at líkjast tí vit sóu í 2019”, sigur Regin I. Jakobsen at enda.